NSÍ heldur fram at gera sáttmálar

NSÍ hevur nú longt sáttmálan við seks av egnu spælarunum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hans Marius Davidsen

Sølvi Sigvardsen, Atli D. Petersen og Hans Marius Davidsen hava saman við Meinhardi Geyti, Beini Nolsøe og Jógvani Højgaard longt sáttmálan við NSÍ, sum í gjár bleiv sett í samband við Sámal Erik Hentze.

 

Úrslitini hava verið misjøvn í ár í mun til seinnu árini. Fleiri spælarar eru farnir í onnur feløg, meðan upp aftur aðrir eru givnir. Tað hevur givið pláss til fleiri av ungu lokalu spælarunum í feløgunum. NSÍ er nú farið í holt við at framtíðartryggja allar teir í felagnum.

 

Tað byrjaði við Meinhardi Geyti, Beini Nolsøe og Jógvani Højgaard. Nú hava Sølvi Sigvardsen, Atli D. Petersen og Hans Marius Davidsen eisini longt sáttmálan. NSÍ skrivar soleiðis um teir tríggjar:

 

- Sølvi Sigvardsen hevur eisini longt sín sáttmála við NSÍ. Sølvi er av okkara ungu evnaríku talentum, og tí fegnast vit um at Sølvi hevur longt sín sáttmála við felagið til og við 2024.

 

- So hevur Atli D Petersen eisini longt sín sáttmála við NSÍ. Atli er ein av okkara ungu evnaríku talentum, tí fegnast vit um at Atli nú hevur longt sín sáttmála, so hann í spælir í gulum i minsta lagið til og við 2024.

 

- Hans Marius Davidsen hevur longt sáttmálan við NSÍ, so at hann er galdandi til og við 2024. Hans Marius hevur drigist við ein skaða, men í ár er sterki áleyparin komin fyri seg. Tí fegnast vit um at Hans Marius hevur longt sáttmálan.

 

NSÍ spælir í kvøld í Klaksvík móti KÍ í Betri deildini hjá monnum. FM1 sigur frá dystinum.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hans Marius Davidsen