Lítla løtu eftir at NSÍ hevur gjørt nýggjan sáttmála við miðvallarin, Magnus H. Olsen, boðar felagið frá at tveir aðrir leikarar eisini hava gjørt nýggja avtalu við barndómsfelagið.
Leikararnir, ið talan er um hesaferð eru Jann Martin Mortensen og Monrad Holm Jacobsen.
Jann Martin Mortensen, ið er framrættaður miðvallari á NSÍ liðnum, hevur longt sín sáttmála við barndómsfelagið í trý og eitt hálvt ár fram, til 2017. Jann Martin Mortensen hevur verið fastur partur av besta liðnum hjá NSÍ síðani 2007 og er hann skrásettur fyri 161 dystir í Effo-deildini.
Harafturat hevur verjuleikarin, Monrad Holm Jacobsen, longt sín sáttmála við barndómsfelagið í tvey og eitt hálvt ár fram, til 2016. Monrad Holm Jacobsen var fyrr í ár fastur partur av hópinum hjá NSÍ, til hann miðskeiðis í fyrru hálvu, var so óheppin at hann breyt armin. Monrad Holm Jacobsen er tó komin fyri seg nú og verður partur av NSÍ liðnum í seinnu hálvu.
Sostatt hevur NSÍ longt avtalurnar við 5 týðandi leikarar í hesi vikuni og er grundarlagið tí lagt fyri komandi kappingarárum.