Í kvøld klokkan 18.30 byrjar fyrsti dysturin í fjórða umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum, tá B68 á Svangaskarði tekur móti NSÍ.
NSÍ er næstfremst í deildini við sjey stigum. B68 er nummar átta við trimum stigum.
Dysturin verður vístur á R4 hjá Televarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Farna kappingarár vann NSÍ allar tríggjar dystirnar móti B68. Tað sveið hart hjá toftamonnum at tapa 0-11 við Løkin 30. mars í fjør.
NSÍ hevur eisini eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 7,80 og 10,00.
Oddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit fyri B68 liggja millum 5,50 og 6,40.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,18 og 1,23.
HER eru oddsini:
##med2##











