Eftir fína úrslitið í Gundadali týskvøldið skal spildurnýggja liðið hjá EB/Streymi seinnapartin royna seg í Runavík. Í Gundadali var uppskriftin hjá Eliesari Olsen og hansara monnum at leggja dent á verjuspæli og at dúva upp á skjót mótálop. Inntil fyrsta málið varð skorað gekk tað fyri seg eftir fyritreytunum hjá EB/Streymi. Tá ið tað so eydnaðist Leif Niclasen í skjótum mótálopi og í samanspæli við Rasmus Dan Sørensen, sum er fluttur úr B36 og í Sundalagið, at leggja EB/Streym framum, vórðu EB/Streyma fyritreytirnar uppaftur betri.
Niels Pauli Danielsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, er nýggjur liðformaður í EB/Streymi:
-At vinna eitt stig í Gundadali kemur væl við, men vit iðra okkum um, at tað ikki beinanvegin eftir steðgin eydnaðist at økja til 2-0, tá ið bólturin eftir gott uppspæl og gjøgnumbrot í høgru varð fluktaður á undirsíðuna av tvørtrænum og niður á strikuna. Nú fokusera vit upp á avbjóðingina í Runavík. Hugburðurin er góður, og tað hevur stóran týdning, og vit eru spentir, hvussu tað fer at gangast hjá hesum óroynda liðnum, sigur EB/Streyma liðformaðurin.
Um tað eydnast NSÍat vinna ímóti EB/Streymi, sum hevur havt minni enn fýra samdøgur at rinda møðina síðani javnleikin ímóti B36 í Gundadali, so er møguleiki hjá teimum gulu og svørtu longu nú leggja sjógv millum seg og onnur feløg, sum kunnu roknast at vera við í kappingini um pláss í europeisku kappingunum. Burtursæð frá NSÍ og FC Suðuroy hava øll liðini eitt stig. Í morgin hittast eitt nú ÍF-HB og B36-Víkingur.
NSÍ venjarin Trygvi Mortensen gav eftir 6-1 sigurin á FC Suðuroy uppskriftina upp á mongu málini samstundis sum hann ásannaði, at tað var stórt handikapp fyri FC Suðuroy, at liðið var so skert:
-Vit spældu skjótt, funnu pláss millum keturnar hjá teimum, og tað eydnaðist ofta at leggja innfyri úr síðunum. Klæmint A. Olsen skoraði tríggjar ferðir, og Jónhard Frederiksberg, sum nú er í framrættaðum leikluti, skoraði tvær ferðir.
Jónhard er fluttur fram á vøllin, tí Johan Jacobsen hevur yvirtikið vongverjan í høgru. Jónhard varð skiftur út átjan minuttir undan leikloki. Hetta var merkisvert, tí tvey tey undanfarnu árini hevur hann spælt allar 27 dystirnar á tamb.
-Fyri okkum var tað týdningarmikið at vinna, og tað kom serliga væl við, tá ið allir hinir dystirnir endaðu javnir. Onkrar skiftingar hava verið síðani í fjør, men liðið hjá okkum er eins gott og í fjør, og tað er týdningarmikið, at nógvir fingu dystarvenjing í fyrsta umfari, sigur NSÍ venjarin, sum roknar við størri mótstøðu ímóti EB/Streymi, sigur Trygvi Mortensen.
Teir í Sundalagnum vístu týskvøldið, at teir eru væl skipaðir í verjupartinum. NSÍ skal hesa ferð spæla ímóti liði, har tað er tættari millum keturnar.
Hóast líkindini ikki eru av teimum bestu, so bendir einki á, at tað ikki verður spælt við Løkin. Lotið er kalt, og ælingarnir eru frekir og hvítir, og so kagar sólin undan av og á.
Allir spælararnir eru tøkir hjá bæði NSÍ og EB/Streymi.
NSÍ-EB/Streymur: Rúni Gaardbo
Í dag kl. 15.00