Støðutalvan sigur, at tað bara er eitt stig frá NSÍ og aftur til 07 Vestur, nú seks umfør eru avgreidd.
NSÍ hevur 6 stig, og 07 Vestur hevur 5 stig.
Seinnapartin fær 07 Vestur vitjan av NSÍ, sum ongantíð er farið úr Sørvági uttan úrtøku, síðani 07 Vestur sá dagsins ljós í 2007.
Meðan 07 Vestur hesi árini hevur ferðast millum tvær tær ovastu deildirnar, so hevur NSÍ átt fast pláss í fremstu røð.
Seinast NSÍ ikki vann fulla úrtøku í Sørvági var 1. apríl í 2013, tá ið úrslitið var 1-1. Eingin av teimum, sum nú eru við til at manna liðið hjá 07 Vestur, vóru við fyri níggju árum síðani uttan hjálparvenjarin Tór-Ingar Akselsen. Hjá NSÍ vóru Klæmint A. Olsen og Einar Tróndargjógv eisini á liðnum í 2013.
Higartil í ár hevur NSÍ spælt tríggjar ferðir á heimavølli og tríggjar ferðir á útivølli. Á heimavølli hevur úrtøkan verið 0 stig, meðan tað hevur hilnast frægari á útivølli. Har hevur NSÍ vunnið tvær ferðir – ímóti EB/Streymi og AB.
07 Vestur hevur verið fýra ferðir á útivølli og vunnið tvey stig. Á heimavølli hevur 07 Vestur tapt við einum máli ímóti Víkingi og vunnið við einum máli ímóti B68.
Hjá 07 Vestur eru Dann Fróðason, Marjus E. Nielsen og Albert Theis Nielsen skaddir, og tað er ivasamt, um Mads Borchers og Marius Hagen eru førir fyri at spæla.
Hjá NSÍ vóru Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen ikki við í 3-2 sigrinum á Argjum. Teir vóru skaddir. Á Argjum vardi Karstin Hansen NSÍ málið, og Tórður Thomsen sat á beinkinum.