NSÍ hevur sett nýggjan venjara

Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari í Runavík, og hjálparvenjarin er ein, sum var hjálparvenjari, tá ið Bagge var venjari á Argjum

Mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul

NSÍ hevur sett nýggjan venjara fram til og við kappingarlok 2023. 

 

Felagið skrivar soleiðis í kvøld:

 

Nú er tað greitt, hvør fer at venja NSÍ. Vit eru fegin og stolt av at kunngera, at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá NSÍ restina av árinum og komandi ár. Felagið ynskir eina góða og varðandi loysn, sum kann gagna øllum felagnum í nógv ár fram.


Sámal Erik Hentze er ein kendur venjari í Føroyum, og hevur sera nógvar royndir sum venjari. Sámal Erik Hentze er eisini kendur í felagnum, og tá hann gavst, segði hann, at hann “ikki var liðugur” í NSÍ. Tí fegnast vit um, at Sámal Erik Hentze hevur játtað at taka yvir sum høvuðsvenjari, og byrjar hann beinavegin. Aftrat Sámal Erik Hentze fer Jón Krosslá Poulsen at hjálpa til og verður hjálparvenjari hjá NSÍ.


NSÍ er í gongd við at byggja upp, og er Sámal Erik Hentze heilt víst rætti maðurin, sum kann flyta NSÍ rættuliga nógv. Vit eru sera fegin og stolt um, at Sámal Erik Hentze og Jón Krosslá Poulsen nú eru partur av NSÍ, og gleða okkum til gott samstarv.

Vit ynskja Sámal Erik Hentze og Jón Krosslá Poulsen vælkomnar til felagið, og ynskja teimum góða eydnu í starvinum, skrivar NSÍ í kvøld.

 

Sámal Erik Hentze var venjari hjá AB fyrstu 11 landskappingardystirnar. Tá var Jón Krosslá Poulsen hjálparvenjari. Nú NSÍ er farið í summarfrí, er úrtøkan 15 stig, og NSÍ er á sjeynda plássi. AB er á sætta plássi við 16 stigum.

 

Tað var í 2018, at Sámal Erik Hentze vandi NSÍ, sum tað árið endaði á øðrum plássi. HB vann FM við 73 stigum, NSÍ var nummar tvey við 55 stigum, B36 endaði á triðja plássi við 53 stigum, og KÍ endaði á fjórða plássi við 51 stigum.

 

Mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul