NSÍ hevur sett tveir venjarar aftrat

Fyrrverandi toppskjútti í bestu deildini fer at taka sær av næstbesta liðnum saman við Jann Martin Mortensen

Stóra fótbóltssøgan í føroyska fótbóltsheiminum í gjár var, tá ið NSÍ boðaði frá, at Todi Jónsson nú verður høvuðsvenjari í felagnum. Søgan kom í kjalarvørrinum av, at 07 Vestur fyrr í vikuni boðaði frá, at Michael Schjønberg er nýggjur venjari har vesturi.

 

Felags fyri bæði Toda Jónsson og Michael Schjønberg er, at teir eru kendir í donskum fótbólti. Meðan Michael Schjønberg bæði hevur verið spælari í fremstu røð í Danmark og Týsklandi og venjari bæði í Danmark og Týsklandi, so verður Todi roknaður millium legendurnar í FCK. Hann hevur síðani fingist nógv við fótbólt og venjing, men NSÍ er fyrsta felag í fremstu røð, sum hann er venjari hjá.

 

Í dag boðar NSÍ frá, at felagið hevur sett tveir úr NSÍ leguni at taka sær av næstbesta liðnum. Annar er Christian Høgni Jacobsen, sum í síni tíð taldist millum bestu álopsspælararnar í landinum og var toppskjútti í 2010 – saman við Arnbjørn Hansen. Hvør teirra skoraði 22 mál. Hin venjarin er Jann Martin Mortensen, sum frá 2006 og fram til og við 2020 sambært faroesoccer.com spældi 254 dystir í bestu deildini. Hann spældi á miðvøllinum. Nú skulu hesir báðir taka sær av liðnum í 1. deild.

 

Í fjør var Bill Jacobsen høvuðsungdómsvenjari og venjar hjá U-21 og 1. deildarliðnum, inntil hann á ólavsøku varð settur sum fyribilsvenjari hjá besta liðnum. Ta uppgávuna røkti hann inntil kappingarlok. Nú verður Bill Jacobsen aftur høvuðsungdómsvenjari hjá NSÍ.

 

 

 

NSÍ skrivar soleiðis í dag:

 

Venjarar eru eisini settir til 1 deild og U21. NSÍ hevur sett Christian Høgna Jacobsen og Jann Martin Mortensen á uppgávuna.

 

Talan er um tvær legendir í felagnum, sum nú koma at venja 1 deild og U21.

 

Vit fegnast um at teir taka uppgávuna á seg, og ynskja teimum bestu eydnu.