NSÍ hómar milliónirnar

Bill Jacobsen og hansara menn hava seinnapartin av álvara møguleika at bjóða B36 av í Europakappingini

Tað er sannlíkt, at Rógvi Egilstoft verður í NSÍ miðverjuni seinnapartin. Ósvaraði spurningurin er, hvør verður har saman við honum

Í gjár varð tað staðfest, at KÍ er føroyameistari í 2021. Í gjár vrð tað eisini staðfest, at HB næsta summar fer at spæla í Europa. Um tað verður sum silvurvinnari ella bronsuvinnari er ikki greitt enn.

 

B36 er á fjórða plássi við 42 stigum fyri 25 dystir. NSÍ er á fimta plássi við 38 stigum fyri 24 dystir. Seinnapartin fær NSÍ vitjan av 07 Vestur. Um tað eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku, so verður munurin frá NSÍ og B36 eitt stig, og so fer tað av álvara at lukta av finalu um fjórða plássið í síðsta umfari, tá ið NSÍ fær vitjan av B36.

 

Í 26. umfari, sum verður um eina viku, fær B36 vitjan av Víkingi, og tá fer NSÍ til Fuglafjarðar.

 

Síðani NSÍ vann grannauppgerðina á Svangaskarði 1-0 ímóti B68, hava tríggir NSÍ spælarar verið upptiknir á landsliðum. Klæmint A. Olsen og Tróndur Jensen hava verið burturfrá felagsvenjingum í A-landsliðsørindum, og Pætur Turiðarson Skipanes hevur verið á U-21 landsliðnum.

 

Tað kann væl vera, at NSÍ miðverjan verður skipað heilt av nýggjum í dag. Oddur Á. Højgaard er leikbannaður, Jóhan Troest Davidsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Jákup Jakobsen er nóg birgur at spæla.

 

07 Vestur hevur 25 stig og hevur so at siga tryggjað sær pláss í bestu deildni í 2022. Í dag er Zoran Vujovic tøkur aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaddur. Álopsspælarin John Fagerström er leikbannaður, og Asbjørn Heðinsson er framvegis skaddur. Tað er ivasamt, um Teitur Olsen, Dánjal Pauli Lervig og Martin Tausen eru førir fyri at spæla.

 

Tá ið 07 Vestur í níggjunda umfari var í Runavík endaði tað 1-1. Í 15. Umfari vann NSÍ 4-2 í Sørvági.

 

NSÍ – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00

 

24222095868
Víkingur241752552256
HB241644782152
B36251195493142
NSÍ241158453638
07 Vestur247413316625
EB/Streymur246414265022
B68255416266519
ÍF244416226016
TB24032115833

Tað er sannlíkt, at Rógvi Egilstoft verður í NSÍ miðverjuni seinnapartin. Ósvaraði spurningurin er, hvør verður har saman við honum