NSÍ megnaði einki á Tórsvølli

Mikkel Dahl var tvífaldur málskjútti, tá ið HB so ruddiliga setti gestirnar úr Runavík uppá pláss

Mikkel Dahl var tvífaldur málskjútti í 4-0 HB sigrinum ímóti NSÍ. Hann er toppskjútti við 17 málum

HB setti ógvuliga sannførandi og trivaligt punktum fyri hesum umfarinum, tá ið greipuvinnararnir í góðveðrinum í kvøld høvdu vitjan av NSÍ, sum í fjør endaði á silvurplássi – bæði í landskappingini og steypakappingini.

 

HB fer mikukvøldið í næstu viku suður til Sands at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini. Um tað eydnast steypaliðnum yvir øllum hinum at vinna ímóti B71, so fara HB og NSÍ at spæla um rættin at vinna seg í steypafinaluna. Hetta verður tvey tey síðstu vikuskiftini í november. Tað er langt til síðst í november. Men um NSÍ avrikið ikki verður frægari, enn tað var í kvøld, so er eingin ivi um, at tað verður HB, sum fer at spæla finalu fyrsta leygardagin í desember. Mótstøðuliðið verður vinnarin av innanhýsis uppgerðini millum Víking og B36.

 

Í kvøld átti Adrian Justinussen uppleggið, tá ið Mikkel Dahl longu í triðja minutti setti hol á, tá ið hann setti innarusíðuna undir bóltin.

 

HB hevði fyrstu løtuna møguleikar at skjóta fleiri mál, tá ið Dan í Soylu, Mikkel Dahl og Michal Przybylski vóru í fínum støðum.

 

Tað var einki annað enn væntandi, at HB fór at økja um munin, og í 18. minutti var tað Hilmar Leon Jakobsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, og so var spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða.

 

NSÍ var heilt skeivt uppá bein. Verjuspælið riggaði ikki, og tað var eyka torført, tá ið tað aftur og aftur miseydnaðist í uppspælinum.

 

Eftir steðgin kendist tað sum um, at NSÍ av álvara ætlaði at taka seg saman, men tað fór alt í fisk, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og Mikkel Dahl økti um leiðsluna til 3-0. Heri Hjalt Mohr átti uppleggið, og nú hevur Mikkel Dahl skorað 17 mál í 18 dystum, og hann er greiður toppskjútti.

 

Stefan Radosavljevic avloysti í 69. minutti Mikkel Dahl, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti hann 4-0 sigurin. Innskifti Jákup L. Thomsen átti uppleggið.

 

Trivaligi sigurin ber við sær, at HB er á triðja plássi við einum stigi fleiri enn B36, sum hevur spælt tveir dystir fleiri enn HB.   

 

 

 

HB – NSÍ 4-0 (2-0)

 

1-0: Mikkel Dahl

 

2-0: Hilmar Leon Jakobsen

 

3-0: Mikkel Dahl

 

4-0: Stefan Radosavljevic

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Heðin Hansen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen, Michal Przybylski – Hilmar Leon Jakobsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl

 

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Tróndur Jensen, Betuel Hansen, Rógvi Egilstoft – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen

 

 

 

21192083659
Víkingur211452471947
HB191144571737
B3621993382236
NSÍ22958373432
07 Vestur216411285922
EB/Streymur205411173819
B68215412245419
ÍF203413204813
TB20031710643
Máltindurin 
Mikkel Dahl HB17
Páll A. Klettskarð KÍ15
Bob Sumareh KÍ14
Andreas Lava Olsen Víkingur13
Sølvi Vaatnhamar Víkingur11

 

 

 

Mikudagin 15. september

 

ÍF - HB

 

Sunnudagin 19. september

 

KÍ - 07 Vestur

 

Víkingur - B68

 

NSÍ - TB

 

B36 - ÍF

 

HB - EB/Streymur

 

 

 

Mikkel Dahl var tvífaldur málskjútti í 4-0 HB sigrinum ímóti NSÍ. Hann er toppskjútti við 17 málum