NSÍ megnaði einki í Sarpugerði

Víkingur staðfesti við trivaligum heimasigri í grannauppgerðini, at teir í Eysturkommunu eru bestir av teimum næstbestu

Víkingur vann grannauppgerðina í Sarpugerði ímóti NSÍ 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Sølvi Vatnhamar setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið. Landsliðsspælarin hevur nú skorað átta mál, og hann er næstbesti málskjúttin av øllum – eitt mál aftanfyri Páll A. Klettskarð.

 

Átta minuttir eftir steðgin var tað Arnbjørn Svensson, sum økti um munin til 2-0, tá ið hann eitt sindur úr høgru í brotsteiginum sendi bóltin flatt framvið Karstini Hansen í NSÍ málinum og í handara síðunetið.

 

Eitt lítið korter undan leikloki var tað miðvallarin Noah Mneney, sum staðfesti trivaliga 3-0 sigurin. Aftur var tað sera væl upplagdi Bárður J. Hansen á vongverjanum í høgru, sum átti uppleggið. Hann legði við frísparki úr høgru bóltin til handara stólpa, har Noah var púra leysur, tá ið hann við innarusíðu setti bóltin í netið.

 

-Tað gekk eftir bókini skilt á tann hátt, at vit skoraðu trý mál, og mótstøðuliðið einki mál skoraði. Í fyrra hálvleiki skoraðu vit bara eitt mál. Undir steðginum tosaðu vit um, at tað var neyðugt við størri leikferð. Tað eydnaðist, og tað var rímuligt, at vit vunnu greiðan 3-0 sigur. Tað eru greið tekin um, at stóra arbeiðið, sum verður lagt í hvørja venjing, ber frukt, er viðmerkingin hjá Rasmusi Nolsøe, hjálparvenjara hjá Víkingi.

 

Heimaliðið var leikliga greitt omaná. Men NSÍ hevði, tá ið støðan var 2-0, tveir góðar møguleikar at skora. Tað eydnaðist tó ikki teimum báðum, sum vóru í fremstu røð – Klæmint A. Olsen og Hans Marius Davidsen – at fáa bóltin framvið Bárði á Reynatrøð í heimamálinum.

 

Danski Kristian Andersen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ. Hann varð ikki skiftur inn, fyrr enn tað restaðu fýra minuttir. 19 ára gamli Jóel Høgnason Jacobsen varð skiftur inn á NSÍ liðið, tá ið tað restaðu 20 minttir. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var á besta liðnum hjá NSÍ.

 

-Vit vóru væl skipaðir í verjuni í fyrra hálvleiki, og tað bar við sær, at teir ikki vunnu nógvar málmøguleikar. Eftir steðgin royndu vit eftir sama loysti, men tað eydnaðist ikki heilt so væl. Hóast vit taptu við trimum málum, so haldi eg ikki, at munurin var so stórur á liðunum. Royndirnar fáa vit við at spæla, og vit mugu ígjøgnum hetta, um spælararnir skulu mennast, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.

 

-

 

Víkingur – NSÍ 3-0 (1-0)

 

1-0: Sølvi Vatnhamar

 

2-0: Arnbjørn Svensson

 

3-0: Noah Mneney

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen

 

Gult kort:

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Meinhard Debes Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv – Pætur Hentze, Beinir Nolsøe, Betuel Hansen, Jógvan Højgaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen

 

Gult kort:

 

Venjari: Todi Jónsson