Ein venjingardystur hevur verið spældur í dag. Dysturin var í Runavík millum NSÍ og KÍ, og endaði við 2-2 javnleiki.
Vøllurin í Runavík varð tíðliga í dag ruddaður, soleiðis at spælast kundi. Tað kom tó illa við, at tað aftur fór at kava so mikið illa, at vøllurin meira ella minni var hvítur.
Feløgini valdu tó ikki at blása dystin av, men at spæla hann lidnan.
Pól Jóhannus Justinussen og Petur Knudsen løgdu NSÍ á odda 1-0 og 2-0, meðan Mayowa Alli minkaði um munin til 2-1 fyri KÍ. Útjavnandi málið til 2-2 skoraði nýggi KÍ leikarin, Semir Hadzibulic.
Omanfyri ber til at síggja videobrot av dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.
NSÍ - KÍ 2-2
1-0 Pól Jóhannus Justinussen
2-0 Petur Knudsen (Brotsspark)
2-1 Mayowa Alli
2-2 Semir Hadzibulic