NSÍ boðar í dag frá, at danski miðvallarin, Kristian Andersen, ikki heldur fram í felagnum. Hann kom til felagið undan kappingarbyrjan, men hevur ikki ordiliga funnið stevið.
Tað var kreppukent við fólki í NSÍ undan kappingarbyrjan. Spælarar sum Tróndur Jensen, Mikkel Jakobsen, Jákup Jakobsen, Jakob Trenskow, og stutt eftir kappingar byrjan Jørgen Nielsen, fóru í onnur feløg. Rógvi Egilstoft fór aftur til EB/Streym, har borgarstjórastarvið krevur nógv av honum, meðan Jóhan Troest Davidsen stillaði gaggurnar á hillina.
Tilgongdin var lítil og tað tók rúma tíð, at finna nýggjan venjara. Valið fall á navnframa Toda Jónsson, sum ikki fekk nógv at arbeiða við. Einasta tilgongdin var júst danski Kristian Andersen. Tað bleiv til átta dystir og 526 minuttir í NSÍ-troyggjuni.
NSÍ hevur slitið seg leyst av niðurflytingarvandanum, so tað er ivasamt hvussu nógv felagið fer at leggja afturat hópinum. Útmeldingin úr felagnum hevur verið, at tað fíggjarliga orkan ikki røkkur til fleiri útlendskar spælarar.