NSÍ hevur í kvøld í dýrdarveðri á heimavøllinum við Løkin styrkt um støðuna í toppinum. Í kvøld vann NSÍ 2-1 ímóti AB, sum síðstu tjúgu minuttirnar var undirmannað. Danski dómarin hevði ofta gula kortið á lofti, og tá ið Beinir Ellefsen sá tað fyri aðru ferð, varð AB undirmannað. Tá var støðan 1-1, og sjey minuttir seinni skoraði Jónhard Frederiksberg sigursmálið eftir fínt upplegg frá innskifti Jann Martin Mortensen.
AB javnaði til 1-1 lítla løtu eftir steðgin. Eftir kiks í NSÍ miðverjuni smekkaði Magnus Egilsson til, bólturin brast í stólpan, og Álvur F. Christiansen var fyrstur á returbóltinum og skoraði.
Argjamenn vístu sera góðan hugburð og gott hugflog og spæl, og hóast tað síðstu løtuna var tíggju ímóti ellivu, so var munurin ikki nakað serligur.
Fyrstu løtuna var NSÍ greitt omaná, og tá var tað, at Klæmint A. Olsen setti hol á. Málið var skorað eftir lítið korter, og tað vóru Johan Jacobsen og Magnus H. Olsen, sum áttu uppspælið í høgru.
Stórur fagnaður var um hetta málið hjá NSÍ, tí tað var mál nummar hundrað hjá liðformanninum og toppskjúttanum Klæminti A. Olsen.
NSÍ-AB 2-1 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsenð
1-1: Álvur F. Christiansen
2-1: Jónhard Frederiksberg
Á in.fo var beinleiðis dystarfrásøgn: