NSÍ vann í Sarpugerði

Ein dystur er útsettur og ein verður í morgin

Jørgen Nielsen var tvífaldur málskjútti, tá ið NSÍ vann 2-1 í Sarpugerði ímóti Víkingi

Eitt umfar í VFF Cup er á skránni hetta vikuskiftið.

 

Skála og HB spæla í morgin, og dysturin millum B36 og 07 Vestur er útsettur.

 

Hóast tað er nógvur vindur, so hava verið og eru tríggir dystir í dag:

 

NSÍ vann 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Jørgen Nielsen var tvífaldur málskjútti hjá NSÍ, og Martin Klein Joensen skoraði málið hjá Víkingi.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Geza David Turi, Aron Ellingsgaard, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen

 

Skiftir inn: Árni Nóa Atlason, Ingi Arngrímsson, Áki Magnussen, Bergur Poulsen og Páll Eirik Djurhuus

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Hans Marius Davidsen, Betuel Hansen, Pætur Turiðarson Skipanes, Atli Petersen, Mórits Heini Mortensen, Meinhard D. Geyti, Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Jørgen Nielsen

 

Skiftir inn: Dánial Danielsen, Beini Nolsøe, Albert Johannesen, Sølvi Sigvardsen, Jógvan Højgaard, Meinhard Janusarson, Morten (dani sum royndarvenur)

 

Kelda: faroesoccer.com

 

--

 

Í Klaksvík vann KÍ 2-0 ímóti B68. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og málskjúttar vóru René Shaki Joensen og Páll A. Klettskarð.

 

Sambært okkara keldum í Klaksvík var heimaliðið soleiðis mannað:

 

KÍ liðið var soleiðis mannað: Mathias Rosenørn (Meinhardt P. Joensen) – Jesper Brinck (Tóki á Lógv), Deni Pavlovic (Dávid B. Andreasen), Børge Petersen, Patrik da Silva (Jákup Vilhelmsen) – Jákup B. Andreasen (Olaf K. Hansen), René Shaki Joensen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen

 

B68: B68: Rói Mørk Hentze – Gilli Samuelsen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Pedro Anton – Áki Johannesen, Tonni Thomsen, Niels Jensen – Hilmar á Regni Højgaard, Jan Paczynski, Andri Benjaminsen

 

Fleiri skiftingar vóru á B68 liðnum.

 

Á Tórsvølli átti AB í dag heimavøll ímóti EB/Streymi, sum vann 2-0.

 

Jóhann Hansson Joensen legði gestirnar á odda eftir upplegg frá Filip Djordjevic, sum júst er farin at venja við EB/Streymi, og Ragnar B. Danielsen økti um munin til 2-0 við brotssparki.

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Niklas T. Kruse, Mikkjal Hellisá, Árni G. Olsen. Ragnar B. Danielsen – Salmundur Bech, Rói H. Olsen, Dánjal Godtfred, Jóhann Hansson Joensen, Filip Djordjevic – Gutti Dahl-Olsen

 

Jørgen Nielsen var tvífaldur málskjútti, tá ið NSÍ vann 2-1 í Sarpugerði ímóti Víkingi