Nú ber ikki longur til hjá ungum í aldrinum 15-35 ár at fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp.

Viðgerðartilboðið við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til ung er steðgað frá degi til dags, uttan nakra ávaring.

Eitt av høvuðsmálunum hjá sitandi samgongu var at fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung. Tí smíðaði samgongan eina royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung í aldrinum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. Sambært heilsutrygd.fo er orsøkin til, at royndarskipanin er av, at játtanin er ov lítil. Tað kemst av, at tey upprunaliga ikki hava mett tørvin so stóran, sum hann nú vísir seg at vera. Harafturat staðfesta tey eisini, at útreiðslurnar serliga hava tikið dik á seg frá mars í ár, og tí hevur verið trupult at mett um gongdina. Hetta merkir, at Heilsutrygd bara rindar fyri viðgerðir til og við í dag, 30. juni 2022.

 

Heilsutrygd hevur boðað frá, at tey hava biðið um og vóna at fáa eykajáttan til virksemið restina av árinum. Hetta arbeiðið siga tey longu er í gongd.