Telefonin hjá Óla ringir, og hann óttast, at tað er hon sjálv, sum ongantíð gevst at meyla. Men hann kann ikki bara sær, og hvør er so í horninum?
Jú, sjálvandi er tað hon.
Telefonin hjá Ásu hevur í fleiri kvøld ringt og kimað, men hvørja ferð hon tekur hana, so er annaðhvørt eingin í hinum endanum, ella grínur onkur býtt. Hon er ótrygg og hveppist við, hvørja ferð telefonin ringir.
Soleiðis lýsir Telefonverkið hesar trupulleikar í blaðnum, »Tráðurin«, sum næstu dagarnar verður borið í hvørt hús.
? Men í næstum verða hesir trupulleikarnir ikki til longur, sigur Telefonverkið. Øll tey, sum eru knýtt at digitalsentralum og sum keypa sær eina serliga telefon, kunnu tá fáa eina tænastu frá Telefonverkinum, sum eitur »vís-nummarið«. Við tænastuni sært tú nummarið hjá tí, sum ringir, áðrenn tú lyftir hornið. Somuleiðis sært tú, hvør hevur ringt, meðan tú hevur verið úti. Tænastan kostar tað sama sum eitt nú »sperr við loynitali« ella »víðaristilling«. Tað verður kortini ikki gjørligt at síggja nummarið hjá teimum, sum hava loyniligt nummar.
Onnur tænasta, sum telefonverkið fer at bjóða kallast »Notering«. Telefonverkið sigur, at eitt tað mest troyttandi er at spilla tíðini við at ringja til fólk, sum í heilum eru bundin í telefonini. Í næstum kunnu fólk, sum eru knýtt at digitalsentralum, biðja Telefonverkið um nýggju »noteringstænastuna«, og sostætt sleppa undan hesi tíðarspillu.
Er viðkomandi bundin, sum tú ringir til, skalt tú bara trýsta á »5«, og so ringir telefonin hjá tær, tá viðkomandi leggur á. Tá tú so tekur hornið, ringir telefonin av sær sjálvari til tann, tú skalt hava orðið á.