Nú ber til at tekna seg til X Factor 2016

Danmarks Radio hevur avgjørt, at X Factor verður aftur næsta ár

Í 2016 verður 9. umfar av X Factor hildið í Danmark. Tað er Danmarks Radio, sum stílar fyri kappingini, og nú ársins kapping endaði í gjárkvøldið, varð samstundis boðað frá, at X Factor verður aftur næsta ár.

DR hevur eisini latið upp fyri tilmeldingum til X Factor kappingina næsta ár, so um tú hevur hug at bjóða teg fram, so er bara at útfylla tilmeldingarskjal á heimasíðuni hjá DR.

Upptøkuroyndirnar til X Factor verða í heyst, og síðani byrjar kappingin av álvara beint eftir ársskiftið.