Nú bragdaði á nátaveiði

Bæði í dag og í gjár fingu bátar, sum hava roynt eftir nátungum, nógvan fugl.

 

in.fo hevur ikki frætt, hvussu gingist hevur hjá bátum kring landið, men veiðan hjá bátum úr Nólsoy í dag og í gjár man vera eitt gott barometur um, hvat aðrir eisini hava fingið.

 

Myndin, sum er viðheft, er tikin í Nólsoy í dag, tá bátarnir komu aftur at landi.

 

Her er tað Dánjal Jóhan Danielsen, sum er komin aftur av fuglaveiði.

 

Úr Nólsoy frættist, at onkur bátur fekk 300 nátar í gjár, og í dag hevði hin besti báturin slakar 400 nátar, sum er rættiliga góð nátaveiða.

 

Nú sigur hann einki serligt nátaveður til teir næstu dagarnar, men tá hann stillir av aftur, man aftur fara at bera til hjá monnum, tí enn er so lítið útliðið.