Nú brennur undir Ole Gunnar

Premier League: Manchester United tapti aftur stórt, og tíðin hjá Ole Gunnar Solskjær sær út til at vera farin

Manchester United tapti í dag 4-1 móti Watford, og nógv bendir á, at hetta er endin á tíðini hjá Ole Gunnar Solskjær sum venjari hjá Manchester United. Bretskir miðlar skrivar, at leiðslan í felagnum fer at hava fund tíðliga í morgin, og á skrá er leikluturin hjá norðmanninum.

 

Manchester United kom eisini illa frá byrjan, tá Watford fekk eitt klossut brotsspark. David De Gea bjargaði tvær ferðir, eftir at tað fyrra bleiv til umspark. Síðani kom Watford upp á 2-0, áðrenn innskifti Donny van de Beek minkaði um munin.

 

Endaliga knekkið kom, tá Harry Maguire fekk sítt seinna gula kort. Við einum í undirtal skoraðu Warford tvær ferðir afturat.

 

Aðrastaði fekk Steven Gerrard ein sigur í sínum fyrsta dysti fyri Aston Villa, og West Ham misti í oddastríðnum, tá teir taptu 1-0 móti Wolverhampton. Burnley og Crystal Palace, og Newcastle og Brentford spældu javnleik 3-3.

 

1Chelsea1292130:429
2Man City1172222:623
3West Ham1272323:1423
4Liverpool1164131:1122
5Arsenal1162313:1320
6Wolves1261512:1219
7Man Utd1252520:2117
8Brighton1245312:1417
9Crystal Palace1237218:1716
10Tottenham115159:1616
11Everton1143416:1615
12Leicester1243516:2115
13Southampton1235411:1414
14Brentford1234516:1713
15Aston Villa1241716:2013
16Watford1241716:2013
17Leeds1125411:1811
18Burnley1216514:209
19Norwich City122287:278
20Newcastle1206615:276