Nú byrja fjórðingsfinalurnar

Klokkan 17:00 í dag verður fyrsta fjórðingsfinalan leikt. Hesir dystir vera í dag.

Klokkan 17:00 í dag verður fyrsta fjórðingsfinalan leikt undir HM endaspælinum í Brasil. Tá bresta tey bæði evropeisku grannalondini Frakland og Týskland saman. 

 

Klokkan 21:00 verður enn eitt grannabrak á skránni. Tá møtast tey bæði Suður Amerikansku grannalondini, Brasil og Kolumbia. Hóast Brasil er vertur fyri kappingini og hevur heimavøll, verður tað tó mett, at Kolumbia kann geva Brasil dygga mótstøðu.

 

 

Frakland - Týskland byrjar klokkan 17:00.


Brasil - Kolumbia byrjar klokkan 21:00.