Nú byrja tey at flyta heimaftur

Seinastu tiðina eru umleið 2000 av teimum 7000 fólkunum, sum búðu í rakta økinum í La Palma, komin heim aftur - til øsku og grótbræðing.

Íbúgvarnir, sum búðu í økinum á La Palma, sum varð rakt av eldgosi hin 19. september í fjør og helt fram til hin 13. desember, eru nú so smátt byrjaðir at flyta heimaftur.

 

Men, tað er ikki bara sum at siga tað í allari øskuni og grótbræðingini, sum her er. Her skal eitt ómetaliga stórt arbeiði gerast, sum fer at taka langa tíð.

 

Fyri gosið í gosfjallinum Cumbre Vieja í fjør heyst, hevði eingin aktivitetur verið í jørðini um hesar leiðir í eina hálva øld.

 

Knappliga um kvøldið hin 13. desember í fjør steðgaði tað at goysa - eftir 85 dagar og 18 tímar við øsku og grótbræðing, soleiðis at fleiri enn 1000 bústaðir, skúlar, læknamiðstøðir og landbúnaðarjørð fór undir heilt.

 

Eingi mannalív fórust, og eingin fekk skaða, men prísurin fyri materiellu skaðarnar er mettur til meira enn 6,5 miljardir krónur.

 

##med2##

 

La Palma, sum er spanskt landaøki, er tann av Kanariuoyggjunum, sum liggur longst í ein útnyrðing. Her búgva umleið 85.000 fólk, harav 18.000 búgva í høvuðsbýnum, Santa Cruz de la Palma.

 

The Guardinan veit at siga, at seinastu tiðina eru umleið 2000 av teimum 7000 fólkunum, sum búðu í rakta økinum, komin heim aftur - til hús síni, sum í fleiri førum partvís eru fjald í øsku.

 

##med3##

 

Saman við ferðavinnuni, var banangrøðin í økinum tað, sum fólk serliga livdu av, og her liggur nógv landbúnaðarjørð undir í øsku og grótbræðing.

 

Sagt verður úr økinum, at nógvur hiti framvegis er í jørðini, har øska og grótbræðing liggur, og onkustaðni liggur hitin upp ímóti 100 stigum. Sambært jarðfrøðingum kann tað koma at taka fleiri mánaðir, áðrenn hitin fer úr jørðini.

 

##med4##