Nú byrjar útsetingin á Sandsvág

- Í ár fer Mowi at seta 900.000 laksasmolt út í átta ringar á Sandsvág, og ætlandi byrjar útsetingin í morgin.

 

 

 

Í løtuni tekur Mowi laks úr aliøkinum hjá felagnum við Haldarsvík, og haðani verður fiskur tikin fram til endan av august. Tøkan byrjaði í mars, og felagið tekur einar seks ella sjey bilar út á virkið á Strondum um dagin.

 

Tað eru serbygdir tangabilar hjá Hans Egili & Synum á Eiði, sum koyra laksin. Tíggju tons eru í hvørjum bili, og soleiðis pakkar Mowi eini 60-70 tons av laksi um dagin á virkinum á Strondum.

 

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, sigur, at tá tøkan norðuri í Sundalagnum er liðug, verður laksur tikin á Oyndarfirði, og væntandi verður fiskur tikin á Oyndarfirði tað, ið eftir er av árinum.

 

Stjórin væntar, at felagið í ár fer at taka umleið 10.000 tons av laksi, og tað eru eini 3000 tons fleiri enn í fjør. 

- Vit økja nøgdina spakuliga, leggur Hans Jákup Mikkelsen aftrat.

 

Í morgin er ætlanin at byrja at seta smolt út í aliringar á Sandsvág, og her verða 900.000 laksasmolt í átta aliringum, tá liðugt er at seta út. Væntandi byrjar tøkan av hesum fiski um páskirnar næsta ár, og tá skuldi Mowi havt - um alt gongur væl - eini 4000 tons av laksi á vánni.

 

Við seinastu útseting gav Sandsvág 2000 tons av laksi, og samanhangur var í rakstrinum, men alingin gav einki avlop. Nú heldur Mowi, at tíðin er komin til at taka eitt nýtt stig - við meira fiski í alingini og einum 700 tons stórum fóðurflaka á Sandsvág, sum fer at gera tað nógv lættari og rakstrarliga betur. 

 

Hetta er sætta árið, at Mowi roynir seg á Sandsvág. - Málið hjá okkum er, at smoltið, vit nú fara at seta út, skal takast aftur sum vaksin fiskin frá páskum næsta ár at rokna og fram til juli/ august. 

 

Nú aliringarnir eru stórir og sterkir og liggja longur inni á vánni, klára teir seg nógv betur, tí her inni er bæði minni alda og minni streymur. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at teir størstu aliringarnir, sum koma at liggja á Sandsvág, eru 200 metrar í ummáli við einum tvørmáti á 62 metrar.

- Vanligt er, at nótirnar stinga 15 metrar niður í síðunum, men nótirnar í ringunum á Sandsvág stinga níggju metrar niður, tí dýpið, har ringarnir liggja, er ikki so stórt, sigur hann.

 

Stjórin í Mowi Føroyar vísir á, at fóðurflakin, sum kemur at liggja á Sandsvág, kemur seinni í hesum mánaðinum, og hesin fer at taka 700 tons av fóðuri.

- Vit hava fingið fortoyningarnar góðkendar, og útbúnaðurin er sertifiseraður eftir norskum standardum, sigur Hans Jákup Mikkelsen, sum er ógvuliga spentur upp á alingina á Sandsvág. 

- Vit skulu ígjøgnum ein vetur við fiskinum, men nú alingin fer fram innari á vánni, og aliringarnir eru bæði stórir og sterkir, eru vónirnar góðar, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er serblað um vinnu, sum serliga viðger aling og avleiddar vinnur av alingini. Men, í vinnublaðnum eru eisini aðrar forvitnisligar greinar, sum snúgva seg um heilt aðra vinnu enn aling.