Nú eigur Danmark HM atgongumerki

Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað mótstøðuliðnum at fáa bóltin í danska málið

mynd: polfoto

So er tað púra greitt. Danmark verður ein av fótbóltstjóðunum, sum verður við, tá ið HM í fótbólti verður í Katar í november og desember 2022.

 

Tað varð greitt í kvøld, tá ið Danmark frammanfyri fullsettum áskoðaraplássum í Parkini í Keypmannahavn vann 1-0 ímóti Eysturríki. Eysturríkararnir vunnu leygarkvøldið 2-0 í Føroyum, og í kvøld vóru teir sera ágangandi í royndini at vinna stig og varðveita møguleikan at vinna seg  í HM endaspælið.

 

Tað eydnaðist ikki hjá Eysturríki, hóast tað leingi var málleyst.

 

Danmark vann 1-0. Málið skoraði vongverjin í vinstru Joakim Mæhle átta minuttir eftir steðgin. Hann hevur havt ilt við at varðveita støðið í Atalanta í Italia, sum hann vísti í EM endaspælinum í summar, men á landsliðnum er hann tann sami, og har skorar hann mest sum hvørja ferð.

 

Tá ið dysturin var liðugur, og ákoðararnir ikki vildu sleppa teirra stjørnum, so svaraðu spælararnir aftur við at siga, at hetta avrikið senda teir til liðfelaga teirra Christian Eriksen, sum ikki enn spælir fótbólt, eftir at hann í fyrsta dystinum í EM endapælinum í summar – í Parkini – var fyri hjartasteðgi.

 

Danmark hevur spælt átta dystir, vunnið allar og málmunurin er 27 – 0.

 

mynd: polfoto