Nú eigur Klose metið einsamallur

Við málinum í kvøld er Miroslav Klose tann mest skorandi leikarin nakrantíð undir HM.

Týski leikarin Miroslav Klose er nú tann leikarin, ið hevur skotið flest mál nakrantíð undir HM.

 

Áðrenn dystin í kvøld var Miroslav ájavnur við brasilska Ronaldo. Teir høvdu báðir skotið 15 mál undir HM endaspølum. Men við málinum til 2-0 í kvøld, gjørdist Miroslav Klose tann mest skorandi leikarin nakrantíð undir HM endaspølum. Klose hevur nú skotið 16 mál í sínum 4 HM endaspølum.

 

Her eru tey 16 málini, sum Miroslav Klose hevur skotið undir HM.

 

HM 2002:

Týskland- Saudi-Arabia 8-0, 3 mál (bólkaspæl)

Týskland-Írland 1-1, 1 mál (bólkaspæl)

Týskland-Kamerun 2-0, 1 mál (bólkaspæl)

 

HM 2006:

Týskland-Kosta Rika 4-2, 2 mál (bólkaspæl)

Týskland-Ekvador 3-0, 2 mál (bólkaspæl)

Týskland-Argentina 5-3 eftir brotsspørk, 1 mál (fjórðingsfinala)

 

HM 2010:

Týskland-Australia 4-0, 1 mál (bólkaspæl)

Týskland-England 4-1, 1 mál (áttandapartsfinala)

Týskland-Argentina 4-0, 2 mál (fjórðingsfinala)

 

HM 2014:

Týskland-Ghana 2-2, 1 mál (bólkaspæl)

Tyskland-Brasil 1 mál (hálvfinala)