Sadiqull Patawary, róptur Robin, sum er ættaður úr Bangladesh og giftur í Klaksvík, hevur keypt Café 44 í Saltangará og kallar nú matarstaðið MC Café & Grill og barrina, sum er í ovaru hæddini, MC Bar.
Tað eru 13 ár síðan, at Robin av fyrstan tíð kom til Føroya, og tað var, meðan hann las í London, at hann hitti føroysku konu sína, Ragnu, fødd Andreasen.
Robin hevur í nøkur ár havt eina lítla grillbarr á bryggjuni í Klaksvík, og nú hann hevur keypt hølini og matarstaðið í Saltangará, hevur hann leigað grillbarrina í Klaksvík út til ein annan.
- Eg hevði hug at royna okkurt nýtt, og nú havi eg keypt bæði matarstað, barr og bygningin í Saltangará og fari at leggja alla orku í hetta virksemi, sigur Sadiqull Patawary.