Nú er bókin komin um Rakul og Johan í Fámara

Hetta er ein bók um tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt, sigur útgevarin

Hetta er ein bók, sum í myndum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt.

 

Soleiðis sigur Mentunargrunnur Studentadelagsins um bókina, grunnurin nú gevur út um Rakul og Johan í Fámara.

 

Tað er Edvard Nyhol Debess, sum við bókini Kærleiki og vónir, sigur søguna um Tey bæði umstríddu hjúnini í Fámara.

Søgan verður døgd við 62 svarthvítum myndum.

 

- Tey búsettu seg á festinum í Fámara í 2010 og stríddust eitt langt stríð um rættin at vera har, áðrenn tey í 2013 máttu geva skarvin yvir, siga útgevararnir.

 

Tey siga, at hetta er ikki ein bók um orrustuna í Fámara, sum at enda gjørdi av við teirra visión. Men hetta er ein bók, sum í myndum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna stóra dreymin um eitt stað, har vit øll treytaleyst kundu trívast á jøvnum føti.

 

Edvard Nyholm Debess er havnamaður og hann er  best kendur frá tónleikalívinum, har hann síðan síni ungu ár hevur verið við til at mynda føroyskan tónleik.

 

Hann bæði spælir og smíðar tónleik, men hann hevur eisini gjørt sendingar í Kringvarpinum um tónleik.

 

Men tað sum færri kanska vita at hann eisini er fotografur.

 

Hann hevur øll árini afturat tónleikinum havt ein livandi og virknan áhuga í fotografi, og er nú farin undir at arbeiða miðvíst við hesum.

 

- Hann hevur ment sítt egna úttrykk, har hann leggur seg eftir at gera erligar lýsingar og er ikki bangin fyri at fara tætt uppá. 

Hann er ikki ein óheftur eygleiðari, men hevur eina søgu at siga, siga útgevararnir.

 

Bókin verður løgd fram í Norðurlandahúsinum seinnapartin klokkan 17 í morgin, har myndamaðurin og Fámara-hjúnini fara at siga frá.

Eisini fara Uni Debess og Finnur Hansen at hugna um við tónleiki.