Nú er ein nýggjur maður skuldsettur

Norska løgreglan hevur nú tríggjar menn skuldsettar í málinum um hendingina, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv fyri skjótt fýra árum síðan.

Í dag vita norskir miðlar at siga, at ein maður aftrat nú er skuldsettur í Hagen-málinum, ið snýr seg um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

 

Sambært Verdens Gang og øðrum norskum miðlum varð maðurin, sum nú er undir illgruna, skuldsettur longu tíðliga í summar, men løgreglan hevur í hesum sambandi hildið kortini ógvuliga tætt inn at kroppinum og hevur einki viljað sagt.

 

Fyri mánaðum síðan eftirlýst norska løgreglan nøkur telefonnummur, men norsk bløð vita ikki í dag at siga, um úrslitið av hesum eftirlýsingum hevur nakað við málið at gera, nú ein triði persónur er skuldsettur í málinum.

 

Sagt verður, at maðurin, sum nú eisini er skuldsettur fyri at hava viðvirkað til drápið av Anne-Elisabeth Hagen, er í 30-unum. Hann er norskur ríkisborgari og hevur ein langan syndara registara fyri bæði líkt og ólíkt.

 

Verjin hjá skuldsetta manninum, Marius Dietrichson, sigur, at hann vil ikki gera viðmerkingar til málið, men sigur, at maðurin viðgongur ikki sektarábyrgd í málinum, hann er skuldsettur í.

 

Maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, er framvegis skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan av dráp av konu síni, hóast hann var til arbeiðis, tá konan hvarv úr húsunum í Lørenskog.

 

Ein sonevndur krypto-maður er eisini skuldsettur, men bæði krypto-maðurin og Tom Hagen siga seg ongan leiklut hava í, at Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv á seinasta degi í oktober í 2018.

 

Eingin situr varðhaldsfongslaður í hesum máli.

 

##med2##

 

Hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, sum framvegis er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp.