Nú er eitt sindur bíligari at liva í Føroyum

Hetta síðsta árið eru prísirnir lækkaðir eitt vet

Hetta síðsta árið eru prísirnir lækkaðir eitt vetNú er eitt lítið vet bíligari at liva í Føroyum enn tað var fyri einum ári síðani.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina í prístalinum

 

Uppgerðin vísir, at frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár, er prístalið lækkað 1,1 prosent.

 

Tað eru serliga útreiðslurnar til bústað, sum eru lækkaður mest hetta seinasta árið.

- Rentan á íbúðalánum er farin 7,9 prosent niður og prísurin á brenniolju til húsarhaldi er lækkaður 4,4 prosent.

 

- Hesar lækkingar eru tó mótvirkaðar av einum prísvøkstri á streymi á 3,2 prosent.

 

Tilsamans er tað nú 3,2 prosent bíligari at hava tak yvir høvdið, enn tað var fyri einum ári síðani.

 

Annars eru prísirnir á telesamskifti lækkaðir  3,8 prosent, og aðrar vørur eur eisini lækkaðar 2,8 prosent, serliga tí at tryggingargjøldini eru lækkað.

 

Mesti vøkstur seinasta árið hevur verið á klædnavørum og á skóm, har er vøksturin 0,8 prosent.


 

Matur er 0,2 prosent dýrari, tað eru serliga prísirnir á grønmeti, sum eru hækkaðir sigur hagstovan.

 

Talvan vísir gongdina í prístalinum hetta seinasta árið.