Í næsta mánað fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga, nú nógvir prísir eru hækkaðir sera nógv. Ikki minst er húsarhaldsoljan nógv dýrkað, og hjálpin hjá landsstýrinum verður nettupp eitt ískoyti til at keypa olju fyri. Landsstýrið hevur sent uppskotið til avvarandi partar til viðmerkingar og tá ið viðmerkingarnar eru komnar inn, verður uppskotið skrivað liðugt og lagt fyri Løgtingið.
Oljustuðulin hjá landsstýrinum er eitt eingangsgjald upp á 7.000 krónur. Landsstýrið sigur, at í einum húski, eiga øll tey vaksnu at verða við til at rinda oljuna og tí verður oljuískoytið latið øllum húskinum í felag.
Treytirnar fyri at fáa oljustuðul, er, at inntøkan hjá húskinum ikki fer upp um eitt vist. Er ein vaksin í húskinum, skal inntøkan verða minni enn 290.000 krónur um árið fyri at fáa oljustuðul. Eru tvey, ella fleiri, vaksin í húskinum, og tey hava í mesta lagi tvey børn, skulu tey í mesta lagi tjena 390.000 krónur um árið, tilsamans. Eru tvey, ella fleiri vaksin í húsinum, og tey hava minst trý børn, kann inntøkan tilsamans vera í mesta lagi vera 410.000 krónur um árið.
Ein onnur treyt fyri at fáa stuðul, er, at eru eitt, ella tvey, vaksin í húsinum, kunnu tey í mesta lagi eiga 30.000 krónur á kontu í bankanum, ella í virðisbrøvum. Og eru tey trý vaksin í húsinum, kunnu tey í mesta lagi eiga 50.000 krónur.
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, sum leggur uppskotið fram, sigur, at tað ber ikki til at meta um, hvussu stórar útreiðslurnar til endamálið verða í ár. Tað eru gott og væl 18.000 húski í Føroyum og oljuískoytið er 7.000 krónur til hvørt húski. Verða tað 500 húski, sum fara at fáa oljuískoyti, verður útreiðslan 3,5 milliónir og verða tað 1.000 húski, verður útreiðslan sjey milliónir.
Hann ásannar eisini, at tá ið húski fara at fáa oljuískoyti, fer tað at økja eftirspurningin eftir ymsum vørum og tænastum, og tað kann fáa prísirnar at hækka enn meiri. Men hann heldur, at vera tað 500 – 1.000 húski, sum fara at fáa 7.000 krónur meira at brúka verða avleiðingarnar kortini avmarkaðir.
Landsstýrismaðurin væntar, at tað verður mest tey, sum búgva einsamøll í einum húsum, ella hjún, tí eru tað fleiri vaksin, sum búgva saman, er skjótt at koma upp um inntøkumarkið.
Tey, sum søkja um oljustuðul, skulu skjalprógva, at bústaðurin verður hitaður við olju. Tey, sum hava frían bústað, og sum sostatt ikki rinda fyri at hita bústaðin, kunnu ikki fáa oljustuðul. Býr eitt húski til leigu, skulu tey skjalprógva, at útreiðslur til olju er ein partur av húsaleiguni.