Nú er hann liðugur í politikki - abbadótturin er klár

Eftir samfull 34 ár á politiska vígvøllinum, takkar Edmund Joensen nú fyri seg - abbadótturin stendur klár at taka yvir

Tá fólkatingsval verður næstu ferð, verður tað ikki við Edmundi Joensen á atkvøðuseðlinum. Eftir 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur hann avgjørt ikki at stilla upp aftur boðar hann frá í tíðindaskrivi.

 

Tá hann fór upp í politikk, var tað mest sum av tilvild. Hann varð valdur í Løgtingið fyri Sambandsflokkin á fyrsta sinni í 1988, og síðani hevur hann røkt allar politiskar sessir í Føroyum - sum løgtingsmaður, floksformaður, løgmaður og løgtingsformaður. Seinastu árini hevur hann harafturat verið fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.  

 

Eftir meira enn 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur Edmund Joensen avgjørt ikki at stilla upp aftur til Fólkatingið. Hann gevst sostatt í politikki, tá fólkatingsval verður útskrivað aftur, men fer at halda fram við fólkatingsarbeiðinum til úrslitið av valinum er klárt.   

 

- Tað er ikki sørt, at tað er við eitt sindur av sorgblídni, at eg havi tikið avgerðina um ikki at stilla upp aftur. Politikkur hevur fylt øgiliga nógv í lívinum hjá mær, men nú haldi eg, at tíðin er komin til, at onnur sleppa framat og eg havi nokk at takast við uttanfyri Christiansborg,  sigur Edmund Joensen.

 

Samstundis, sum Edmund Joensen boðar frá, at hann ikki stillar upp aftur, boðar abbadóttir hansara, Anna Falkenberg, frá, at hon fer at stilla upp til komandi fólkatingsval fyri Sambandsflokkin.

 

Anna hevur fingið politikk inn við móðurmjólkini og hevur verið virkin í politikki, síðani hon var heilt ung.  Hon er stjórnmálafrøðingur og hevur síðani fólkatingsvalið í 2019 arbeitt á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.

 

– Avgerðin um at stilla upp til Fólkatingi hevur ikki verið løtt, men nú er hon tikin, sigur Anna Falkenberg tíðindaskrivinum.

 

 

 

Lívsrensl hjá Edmundi Joensen:

 

Á Fólkatingi:

 

- Fólkatingslimur frá 5. juni 2019

 

- frá 2007 – 2015

 

- frá 1994 – 1998 har hann ikki tók sæti, tí hann var løgmaður.

 

 

 

Á Fólkatingi er Edmund formaður í Føroyanevndini og næstformaður í Arktisku Delegatiónini frá Harafturat er hann limur í Det Udenrigspolitiske Nævn, í Grønlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum

 

 

 

Í Løgtinginum:

 

- Løgtingsformaður frá 2002-2008

 

- Tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum frá 1998-2002 og frá 1990-1994.

 

- Løgmaður frá 1994-1998

- Formaður í Sambandsflokkinum, 1991-2001

 

- Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, 1988-2011 og aftur frá 2015-2019

 

 

 

Í vinnulívinum:

 

- Stjóri í O.C. Joensen, 1970-1994.

 

- Virkisleiðari í P/F Fiskaaling á Oyrarbakka, 1978-1990

 

Viðurkenningar

Edmund Joensen gjørdist riddari av Dannebrog í 1995, riddari av 1. stigi av Dannebrog í 1997 og fekk kommandørkrossin av Dannebrog í 2005.

 

Edmund Joensen er 77 ára gamal og giftur við Edfríð Joensen. Tey bæði búgva á Oyrarbakka.