Løtan tá argjafólk kunnu taka í brúk eina heila ítróttahøll nærkaðist eitt vet í dag, tá umboð fyri Tórshavnar kommunu, Sp/f TG Verk, Sp/f MAP arkitektar, P/F LBF og Sp/f PB Consult undirskrivaðu sáttmála um byggingina av ítróttahøllini á Argjahamri.
Sjálvt arbeiðið, ið er mett at kosta 18,5 milliónir krónur, fer í holt í hesum mánaðinum, og vóna verður, at tað verður liðugt 28. februar 2017.
Tað var á fundi í Tórshavnar býráð 25. februar 2016, at samtykt varð, at fara undir at byggja ítróttahøll við Skúlan á Argjahamri. Talan er tó mest um eina útbygging, tí í løtuni er ein hálv høll knýtt at skúlanum, og er ætlanin at útbyggja hana, so argjafólk fáa eina heila høll.
Tórshavnar kommuna upplýsir á síni heimasíðu, at 200 áskoðarar fara at rúmast inni í høllini, ið væntandi fer at hýsa virkseminum hjá ítróttafeløgum, skúlanum og frítíðarskúlanum á Argjahamri.
Arbeiðið verður framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara og Sp/f MAP arkitektar sum ráðgeva, umframt við undirráðgevunum P/F LBF innan konstruktión og el og Sp/f PB Consult innan hita, vatn og sanitet.