Kollur úr Kollafirði vann kappingina millum 14-16 ár við gentum á vestanstevnu, sum í góðveðrinum í dag er í Sørvági.
Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri var næstfyrstur, og tað ber við sær, at tað undan ólavsøkuróðrinum eru tvey stig frá Kolli og aftur til Pílin.
Tekla úr Klaksvík fekk besta startin, og Tekla var eftir startspurtin undan Kolli. So tók Kollur Teklu, meðan Pílur var tað mesta av einari bátslongd aftanfyri teir báðar kappingarneytarnar.
Pílur fótaði sær og tók Teklu, men tað eydnaðist ongantíð Pílinum av álvara at bjóða Kolli av. Heldur var tað Tekla, sum í endaspurtinum tók seg fram aftur á Pílinum.
1 | Kollur (KÍF) | 05:54.14 | +00.00 | 7 | ||
2 | Pílur (RK) | 05:56.32 | +02.18 | 6 | ||
3 | Tekla (KRF) | 05:56.49 | +02.35 | 5 | ||
4 | Gulin (HR) | 06:05.40 | +11.26 | 4 | ||
5 | Ørnin (SÍF) | 06:08.02 | +13.88 | 3 | ||
6 | Spógvin (NSÍ) | 06:09.04 | +14.90 | 2 | ||
7 | Broddur (Sumba) | 06:10.15 | +16.01 | 1 | ||
8 | Geytin (TIND) | 06:13.00 | +18.86 | 0 | ||
9 | Falkur (HVR) | 06:20.20 | +26.06 | 0 | ||
10 | Marianna (VÍF) | 06:24.27 | +30.13 | 0 | ||
11 | Títlingur (HR) | 06:26.45 | +32.31 | 0 | ||
12 | Æðan (AR) | 06:34.14 | +40.00 | 0 | ||
13 | Kellingin (ERF) | 06:44.41 | +50.27 | 0 |
1 | Kollur (KÍF) | 6 | 39 | ||
2 | Pílur (RK) | 6 | 37 | ||
3 | Tekla (KRF) | 6 | 29 | ||
4 | Gulin (HR) | 6 | 21 | ||
5 | Ørnin (SÍF) | 6 | 17 | ||
6 | Spógvin (NSÍ) | 6 | 14 | ||
7 | Broddur (Sumba) | 6 | 12 | ||
8 | Marianna (VÍF) | 1 | 0 | ||
9 | Kellingin (ERF) | 3 | 0 | ||
10 | Falkur (HVR) | 5 | 0 | ||
11 | Geytin (TIND) | 6 | 0 | ||
12 | Títlingur (HR) | 6 | 0 | ||
13 | Æðan (AR) | 6 | 0 |
Manningin á Kollinum
Toftan - Bakborð
Vár Dánjalsdóttir í Húsinum
Toftan - Styriborð
Poula Christiansen
Rúmið - Bakborð
Erika Dimon við Neyst
Rúmið - Styriborð
Isabella Franksdóttir í Kálvalíð
Lærið - Bakborð
Kristvør Kjærbo Clementsen
Lærið - Styriborð
Jónhild Ferjá Hansen
Róðursmaður/-kvinna
Sarita Kristina Hansen