Nú er liðugt asfalterað

Tað hevur tikið sína tíð at asfaltera eitt lítið strekki í Nólsoy, men í gjár bleiv arbeiðið liðugt.

Tað hevur tikið sína tíð at asfaltera eitt lítið strekki í Nólsoy, men í gjár bleiv arbeiðið liðugt.

 

Tað var inaferð tíðliga i vár, at menn byrjaðu at breiðka eitt lítið vegastrekki ovarliga í bygdini, uppi í Grágeil.

 

Síðani hendi einki meira, fyrr enn komið var framímóti heystinum, tá ein garður var stoyptur fram við, har vegurin var breiðkaður.

 

So fyri tveimum vikum síðani komu menn úr havn út til Nólsoyar við fleiri bilum av asfalti og øðrum bilum og maskinum, og so arð annar vegteigurin asfalteraður.

 

Í gjár komu teir so aftur út til Nólsoyar við bæði bilum og øðrum, og nú er arbeiðið liðugt.

 

Tað fegnast nólsoyingar um. Í heila tikið fegnast nólsoyigar um, at vera saman við Havnar kommunu, tí tað er í veruleikanum ikki hent so lítið, síðani kommunurnar báðar løgdu saman.

 

Myndina hefur Evy Toftegaard Nielsen tikið.