Nú er størri roynd á havleiðunum

Væntandi verða fleiri landingar í næstu viku, og her kemur bæði trolfiskur og garnafiskur.

Seks partrolarapør eru til fiskiskap, og tey eru øll eystanfyri. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, og ein annar fiskar stinglaks og annan djúphavsfisk.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

Sagt verður, at sjey av teimum smáu trolbátunum fiska havtasku eystan fyri og á Skeivabanka.

 

- Teir hava brúkiigan fiskiskap, og allir koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt annað fiskar havtasku.

 

- Bæði skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.