Tað letur til, at tað verður útselt, tá ið Molde og KÍ um ein stóran tíma bresta saman á Akser Stadion í Molde.
10.150 atgongumerki eru seld, og 270 atgongumerki eru eftir at selja, verður upplýst í Molde.
Hetta er fyrsta ferðin í ár, at tað verður fullsett á Aker Stadion.
Neyvan varð tað roknað við, at dysturin ímóti KÍ fór at draga so nógv fólk saman. At KÍ hevur staðið seg so væl í Champions League higartil og serliga, at Molde fyri viku síðani legði rygg til 2-1 tap er orsøkin til, at áhugin er so stórur, at tað verður fullsett.
Og so tykist tað vera soleiðis, at áhugin fyri júst hesum dystinum kanska er størri enn á hugin fyri øllum hinum dystunum í Champions League, sum vera spældir í kvøld.