HB hevur verið flúgvandi seinastu vikurnar, og tað var ikki minni flúgvandi HB avrik í dag, tá ið tað endaði við 5-0 sigri á útivølli ímóti 07 Vestur.
Fýra mál vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og síðsta málið varð skorað tríggjar minuttir eftir steðgin. So var ballið buðið, HB tók ferðina av naglanum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Mikkel Dahl skiftur út. Tá hevði hann skorað tvey mál – tað fyrsta og tað í seinna hálvleiki – og nú hevur hann skorað 26 mál. Hetta er sama máltal sum metið hjá Klæminti A. Olsen, sum í 2019 skoraði 26 mál. Tað er hægsta máltal, sum nakar nakrantíð hevur skorað í bestu deildini.
HB hevur seks tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku við málmuninum 26-3. Leygardagin fer HB at runda av við heimadysti ímóti ÍF, og tað er rættiliga sannlíkt, at tað tá fer at eydnast Mikkel Dahl at skjóta málið, ið fer at gera hann til besta málskjútta nakrantíð. Liðfelagarnir eru væl upplagdir, og teir fara heilt víst at leggja upp til, at toppskjúttin skal røkka hægri á máltindin enn nakar nakrantíð hevur verið.
Jákup L. Thomsen økti til 2-0, og hann skoraði eisini til 4-0 og vísti enn einaferð, at hann av álvara er komin fyri seg og ivaleyst av álvara verður álopstrumfur í 2022.
Adrian Justinussen skoraði til 3-0 eftir flott eitt samanspæl við Mikkel Dahl. Hetta var fyrsta málið já Adrian síðani hann 15. september skoraði, tá ið HB vann 2-0 á útivølli ímóti ÍF:
07 Vestur vísti fyrstu løtuna góðan hugburð, men tá ið HB í 23 minuttir skoraði fýra mál var tað sum, at vónin um, at tað fór at eydnast at vinna nakað, hvarv, og so ráddi tað um at binda um, so tað ikki eydnaðist við uppaftur størri tapi.
07 Vestur – HB 0-5 (0-4)
0-1: Mikkel Dahl
0-2: Jákup L. Thomsen
0-3: Adrian Justinussen
0-4: Jákup L. Thomsen
0-5: Mikkel Dahl
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Teitur Olsen, Martin Heilberg Pettersen, Janus Svabo Samuelsen, Sølvi Egilsson – John Fagerström
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Heðin Hansen, Dan í Soylu – Jákup L. Thomsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen