Nú er samtykt at byggja svimjihøll í Runavík

Runavíkar býráð hevur fyri lítlari løtu síðani samtykt, at Kanjon seinni í summar skal fara undir at byggja svimjihøll í Runavík

Tað er stórur áhugi fyri býráðsfundinum, sum í kvøld er í Runavík.

 

Stóra málið á skránni er, at býráðið skal taka støðu til, um kommunan skal fara undir at byggja svimjihøll, sum í alt kostar 165 milliónir krónur. Tá er millumbygningur til Bylgjuna uppí og umvæling ella nýbygging av norðara enda á ítróttarhøllini, sum hevur víst seg at vera í so vánaligum standi, at tað er neyðugt at gera umvælingina nú beinanvegin.

 

Býráðshøllin er fullsett av áhoyrarum, orðaskiftið var langt, og býráðslimirnir staðfestu, at hetta er størsta mál, sum býráðið í Runavík hevur tikið støðu til. Tað eru umleið 60 ár síðani, at borgarar í Runavíkar kommunu fóru at arbeiða við málinum at fáa til vega svimjihøll í Runavík. Í býráðshøpi var málið komið rættiliga langt undan síðsta býráðsvali, men tá varð avgjørt at bíða við endaligu avgerðini, inntil býráðsvalið hevði verið, og býráðið var mannað av nýggjum.

 

Nú hevur býráðið, sum tók við á nýggjárinum í 2021, atkvøtt í málinum, og tað varð samtykt við átta atkvøðum fyri. Tað vóru 10 av 11 býráðslimum á fundi.

 

Tað er partafelagið Kanjon í Klaksvík, sum fer at gera arbeiðið.

 

85 milliónir vera fíggjaðar við lántøku og restin verður fíggjað av íløgukarminum í 2023 og 2024. Upplýst varð á fundinum, at Runavíkar kommuna hevur 55 til 60 milliónir at gera íløgur fyri um árið.

 

Borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen segði, áðrenn tað varð atkvøtt í málinum, at nývalda býráðið í 2013 fór undir fyrstu fyrireikingarnar, og at fyrsta upphæddin til fyrireikingar – 500 túsund krónur – vórðu avsettar í fíggjarætlanini fyri 2016.

 

Tilfarið til tey bæði málini, sum hava við svimjihøllina at gera, er í skránni hetta:

 

 

 

63/22: Svimjihøll – Arbeiðstakarasáttmáli við Kanjon 

 

Eftir drúgva tilgongd varð partalagsavtala gjørd við Kanjon 17/1-22 um svimjihøll í Runavík.  Smb. avtaluni varð arbeiðið býtt í tveir partar.  

 

Í skeið 1 skuldu partarnir í felag tillaga og albøta prosjektgrundarlagið, sum kundi liggja til grund undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála.  

 

Skeið 2 fevndi um sjálva byggingina av svimjihøllini. 

 

Býráðið samtykti 27/1-22 at fara undir skeið 1 í tilgongdini. 

 

Kanjon lat fyribils boð inn miðjan apríl. Síðan er boðið gjøgnumgingið av BBP og ráðgevum teirra og uttanhýsis ráðgevum í Føroyum fyri: 

 

1.       At meta um prísirnar í tilboðnum  

 

2.       At meta um, um sparingarátøk kundu gerast, sum fáa prísin niður, uttan at funktinaliteturin versnar. 

 

Granskingin er nú liðug og samráðingarnar við Kanjon komnar á mál, soleiðis, at eitt uppskot til høvuðsarbeiðstakarasáttmála nú fyriliggur. Sáttmálaupphæddin er 122.673.201 kr. 

 

Yvirskipaða kostnarmetingin fyri verkætlanina fevnir um: 

 

Svimjihøll                                                128,5 mió. 

 

Millumbygningur og príshækkingar          21,3 mió. 

 

Jarðhitahol og hitavekslara                        5,5 mió. 

 

Kommunu mvg 6,25%                               9,7 mió. 

 

Í alt                                                         165,0 mió. 

 

Av hesum ber til at spara 5 mió. kr. við at nýta oljufýring heldur enn jarðhita. Tó verður íløgan í jarðhita spard inn aftur í rakstrinum eftir 5-8 ár. 

 

Funktionelt fevnir verkætlanin um eina svimjihøll við m.a.: 

 

-25 metra hyli við 8 geilum 

 

-Spælihyli til børnini 

 

-Vatnøku 

 

-Hangandi palli til lop 

 

-Heitum vælveruhyli 

 

-Sauna og dampbað 

 

-Køldum pottum úti 

 

-Umklæðingarhøli til familjur og rørslutarnaði 

 

Har umframt umklæðingrúm til kvinnur og til menn, lyft millum hæddirnar, móttøku við uppihaldsøki og fundarhøli við te-køki. 

 

Í verkætlanini er eisini niðurtøka og uppbygging av millumbygningi millum svimjihøllina og Bylgjuna. Millumbygningurin er í sera ringum standi og var ikki við í høvuðsumvælingini av Bylgjuni, tá hon varð bygd í 2013. 

 

Mentanardeildin mælir til at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku. 

 

Fíggjarleiðarin vísir á, at verkætlanin á 165 mió. kann fíggjast við: 

 

Upptøku av láni í 2022, 2023 og 2024 við ávikavist 30, 35 og 20 mió.  

 

Og ársfíggjaðum íløgum á 40 mió. í 2 ár í 2023 og 2024 

 

-Ítróttarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin hava viðgjørt verkætlanina og mæla til at leggja málið fyri býráðið til støðutakan.  

 

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, við einar atkvøðu at taka undir við tilmælinum frá Mentanardeildini, tveimum blonkum atkvøðum og einari fyri at leggja málið fyri býráðið til støðutakan. 

 

-Fíggjarnevndin mælir til, við 4 atkvøðum fyri og ein blonk, at taka undir við tilmælinum frá mentanardeildini um at gera sáttmála við Kanjon um høvuðsarbeiðstøku. 

 

 

 

64/22: Byggiloyvi til Svimjihøll við Løkin í Runavík 

 

BBP Arkitektar søkja vegna Runavíkar kommunu um byggiloyvi til svimjihøll á økinum millum Apotekið og Bylgjuna. 

 

BBP Arkitektar søktu í septerber í 2020 um byggiloyvi til svimjihøllina við Løkin. 

 

Tekniska deild granskaði tekningarnar og fingu serfrøðingar í brunatrygd at gjøgnumganga og viðmerkja prosjektið. Síðan eru nýggjar tekningar frá BBP, sum eru endaliga góðkendar. 

 

Tekniska deild heldur einki verða í vegin fyri at játta umsóknini og mælir til at byggiloyvi til svimjihøllina verður útskrivað. 

 

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til svimjihøll samb. góðkendu tekningunum.