Nú er Sea Shepherd komið til Hvalbiar

Sea Shepherd stroymir nú úr Hvalba, har grindadráp hevur verið fyrrapartin

Fyrrapartin varð grind hildin til á Nesi í Hvalba. Millum 80 og 100 hval løgdu beinini.

 

Eingi umboð frá Sea Shepherd vóru til drápið. Tey hava annars filmað grindadrápini í Hvannasundi og Sandvági seinastu tíðina – í Hvannasundi við dronu.

 

Nú fólk eru farin undir at flyta hvalirnar av Nesi og yvir á kaiina í Hvalba, er Sea Shepherd komið til Hvalbiar og hevur stroymt frá hesum arbeiði og annars av Nesi, har deyðu hvalirnir liggja.