Annað árið á rað verður tónleikatiltakið Gníst hildið í Nólsoy. Gníst er heitið á stórum konsertdegi í Nólsoy hin 2. juli.
- Tað, sum er serstakt við tiltakinum, er, at konsertirnar byrja longu klokkan 14.30, og seinasta konsertin er liðug longu klokkan 21.
Í Nólsoy vísa tey á, at Gníst er ein konsertdagur, har børn upp til og við 13 ár sleppa inn ókeypis.
- Vaksin gjalda einans 350 krónur fyri ein heilan dag, har partur av tónleikaelituni í Føroyum spælir.
Gníst-tiltakið er uttandura, og tað er mitt í bygdini í Nólsoy.
- Tað er ikki neyðugt at siga nakað serligt um bólkarnar, tí flestu í Føroyum kenna teirra tónleik, siga fyrireikararnir.
Skráin á Gníst 2. juli 2022:
Kl. 14:30 – Hallur Joensen
Kl. 15:30 – Bjarki Hansen
Kl. 16:00 – Framførir gyklarin, Ásbjørn
Kl.16:30 – Lena Andersen
Kl.17:30 – Terji Rasmussen
Kl.18:30 – HEBBBH-A
Kl.19:30 – Jens Marni Hansen
Kl. 20:30 – Tinganest
- Allir bólkarnir spæla við fullum orkestri, eins og undanfarna ár. Í ár hava vit sett 800 atgongumerki til sølu í mun til 2021, tá í mesta lagi 500 fólk kundu vera saman, siga fyrireikararnir í Nólsoy.