Nú er smitta eisini staðfest í Ilulissat

Fyribils er øll flúgving og sigling úr Nuuk steðgað.

 

 

 

Nú er eitt fólk funnið smittað við koronu-virus í grønlendska býnum, Ilulissat, samstundis sum fleiri eru smittað í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, segði á tíðindafundi í dag, at tilsamans eru fimm fólk staðfest smittað í Nuuk í hesum umfari, harav trý hava samband við fólk, sum luttaka í byggingini av flogvølli í høvuðsstaðnum.

 

- Trupulleikin er, at tvey av teimum smittaðu í Nuuk hava verið saman við fleiri øðrum fólkum í samband við kaffemikk og eina konfirmatión farna vikuskiftið.

 

Landslæknin sigur, at í løtuni verður smittutilburðurin í Ilulissat kannaður. Hin smittaði kom til Ilulissat úr Nuuk, og í fyrsti syfti verður hugt eftir, um viðkomandi hevur havt samband við fólk í flogvallarbyggingini.

 

Øll flúgving og sigling úr Nuuk steðgar fyribils, men væntandi er annars ikki, at býurin í aðrar mátar fer niður í ferð, soleiðis sum støðan er í løtuni.

 

Landslæknin, Henrik L. Hansen, sigur, at nú verður roynt at finna øll tey, sum kunnu hava verið til kaffemikk og konfirmatión, har tey smittaðu vóru farna vikuskiftið.

 

- Talan er helst um út við 200 fólk. Vit eru tíðliga á veg, og tí eru eisini góðir møguleikar at byrgja upp fyri smittuspjaðing, sigur landslæknin við Sermitsiaq í dag.