Í sambandi við OPITO uppstiganina á Sjónámi, har skeiðsdepilin hevur í hyggju at fáa góðkenning at bjóða út BOSIET og HUET-skeið til frálandavinnuna, er krav, at vatnið í hylinum er 21 stig.
Hetta er meira, enn gamla el-hitalikamið megnaði, eins og gamla hitalikamið bæði umhvørvisliga og fíggjarliga var óhóskandi í rakstri.
Ráðgevandi fyritøkuni SMJ varð litið upp í hendi at gera eina meting av, hvør skynsamasti háttur var at upphita teir umleið 320 rúmmetrarnar av vatni og halda temperaturin.
SMJ mettu, at í mun til tørvin og íløgukarmin var ein luft-til-vatn hitapumpuskipan fíggjarliga og umhvørvisliga skynsamasta loysnin, og teir fingu so ábyrgdina av útboði, tilmæli og eftirliti av verkætlanini.
Tað var P/F Signar Kallsberg, sum í fjør summar vann útboðið upp á verkætlanina, og loksins er arbeiðið liðugt og væl úr hondum greitt, eins og pumpurnar av slagnum DenForm eru settar í gongd.
Á Sjónámi eru tey sera fegin um, at verkætlanin bar á mál, og tey vilja fegin takka Landsverki og A.P. Møller Fonden fyri stuðulin til hitapumpuskipanina, herundir projektering og annað í hesum sambandi.
Kostnaðurin liggur um eina hálva miljón.
- Vit vilja eisini bera eina hjartaliga tøkk til Signar Kallsberg og hansara starvsfólk fyri væl útint arbeiði og SMJ fyri holla ráðgeving í sambandi við alla tilgongdina.
Á Sjónámi leggja tey aftrat, at tað er ein ávísur yvirkapasitetur á hitapumpuskipanini og kannað verður, um tað er møguligt at gagnnýta hendan til upphiting av bygninginum eisini.
##med2##