Sambært myndugleikunum í Gaza, sum Hamas stýrir, er talið av deyðum í Gaza farið upp um 40.000.
Yvir 92.400 palestinar eru særdir síðani kríggið byrjaði 7. oktober í fjør.
Tað ber ikki til at fáa tølini váttað av óheftum keldum.
Ísrael hevur fleiri ferðir sett spurnartekin við upplýsingarnar um deyð undir ísraelska álopinum móti Gaza.
Men fleiri ST-felagsskapir, sum arbeiða í Gaza, halda tølini vera trúverdig. Tey verða ofta endurgivin av altjóða miðlum sum sjálvt deyðatalið.
/ritzau/dpa