Á midnátt tók Tórbjørn Jacobsen við sum nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Tað var á nýggjárshaldi í Runavík fyrr í kvøld, at Magnus Rasmussen takkaði fyri seg sum borgarstjóri og handaði Tórbirni Jacobsen lyklarnar til býráðshúsið. Tórbjørn varð fyrstu ferð valdur í býráðið fyri trimum árum síðani, og hann varð valdur til næstformann, tá ið býráðið eftir valið skipaði seg.
Magnus Rasmussen takkaði fyri seg, eftir at hava verið borgarstjóri í sjey ár. Magnus varð valdur til býráðsformann beinanvegin, tá ið hann varð valdur í býráðið, sum tók við í 2009, og hann varð afturvaldur til býráðsformann, tá ið býráðið skipaði seg eftir kommunuvalið í 2012.
Tá ið Magnus bjóðaði seg fram sum valevni til løgtingsvalið fyrr í ár, so segði hann beinanvegin, at hann fór at biðja borgarstjórasessinum farvæl á nýggjárinum, um hann varð valdur í løgtingið.
Magnus Rasmussen varð valdur í løgtingið, og í kvøld takkaði hann fyri seg sum borgarstjóri. Hann verður tó vanligur býráðslimur.
Nýggjur varaborgarstjóri í Runavíkar býráð er Helgi Lamhauge Petersen. Tórbjørn Jacobsen yvirtekur nevndarsessirnar, sum Magnus Rasmussen hevur røkt, Helgi L. Petersen yvirtekur nevndarsessirnar, sum Tórbjørn Jacobsen hevur røkt, og Magnus Rasmussen yvirtekur nevndarsessirnar, sum Helgi L. Petersen hevur røkt.
Tað er eitt ár eftir av hesum valskeiðnum. Kommunuval verður í november, og nýggju býráðini taka við um eitt ár.