Við verandi gongd, kunnu arbeiðsbilar koyra millum millum meginøkið og Sandoynna um 2-3 vikur.

Nú eru 113 metrar eftir at bora

Við teirri gongd, sum hevur verið seinastu vikuna, gongur hálv triðja vika, til tunnilin verður skotin ígjøgnum.

 

Við verandi gongd, kunnu arbeiðsbilar koyra millum millum meginøkið og Sandoynna um 2-3 vikur.

Í nýggjastu dagføringini yvir gongdina í Sandoyartunlinum verður sagt, at nú eru 113 metrar eftir at bora av tunlinum.  

 

Í síðstu viku vórðu boraðir 47 metrar frá Gomlurætt, sum er nakað minni enn miðal seinastu vikurnar.

 

Boraðir eru nú 10.672 metrar av teimum 10.785 metrunum, sum Sandoyartunnilin verður langur.

 

Við teirri gongd, sum hevur verið seinastu vikuna, gongur hálv triðja vika, til tunnilin verður skotin ígjøgnum.

 

Og fer tað at ganga eitt lítið sindur skjótari, kann tað fara at taka tvær vikur, til arbeiðsbilar kunnu koyra millum meginøkið og Sandoynna.

 

Síðan teir góvust at bora sandoyarmegin, hava verið tilsamans fimm dagføringar:

 

76 metrar (6. desember 2021), 53 metrar (12. desember 2021), 74 metrar (21. desember 2021), 35 metrar (10. januar 2022) og 47 metrar (17. januar 2022).

 

Býta vit hesi metratøl við fimm, liggur miðaltalið av boraðum metrum um vikuna á 57.

 

 

 

Við verandi gongd, kunnu arbeiðsbilar koyra millum millum meginøkið og Sandoynna um 2-3 vikur.