Tørva heilivág og mat

- Tað eru fleiri, sum ongan heilivág hava, og tað eru nógv børn, sum ongan mat hava, sigur íbúgvi í hartrakta býnum, Alfafar.

Reuters veit í dag at siga, at nú eru 202 fólk staðfest deyð í ógvusliga vatnfloyminum , sum rakti partar av Spania í vikuni.

 

Sagt verður, at fleiri fólk eru framvegis saknað, og eingin veit í løtuni, hvør lagnan hjá teimum er.

 

Stór bjargingarlið hava verið í gongd síðan ógvusliga regnið, illveðrið og vatnfloymin, og nú verða sambært Reuters enn fleiri herfólk sett at hjálpa til.

 

Nakrir hundrað hermenn eru sendir til Valencia-landslutin at leita eftir saknaðum fólkum og hjálpa teimum, sum yvirliva.

 

Atfinningarnar móti myndugleikunum í kjalarvørrinum av floyminum eru vorðnar harðari og harðari.

 

Tað eru mong, sum finnast av, at eingin ávaring varð send út, áðrenn ógvusligi vatnfloymurin rættiliga fór at gera um seg týskvøldið.

 

##med2##

 

- Hetta er ein vanlukka. Tað eru fleiri fólk, sum ongan heilivág hava, og tað eru nógv børn, sum ongan mat hava, sigur ein íbúgvi í hart rakta býnum, Alfafar.

 

Bæði í landslutinum, Valencia og í pørtum av Andalucia, hevur støðan verið ring, og her hevur aftur regnað illa.

 

- Fleiristaðni í morgun var appelsingul ávaring, og onkustaðni var reyð ávaring, vita útlendskir miðlar at siga úr Spania í dag.