Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Nú eru 40 prosent føroyingar í X-Factor

Í kvøld vóru seks luttakarar eftir í X-Factor kappingini hjá TV2. Tveir teirra vóru føroysku Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard.

 

Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Eftir at tey øll høvdu framført, var dómurin frá sms'atkvøðunum, at Tina Mellemgaard fór í fareznoen saman við Oliver Antonio.

Kári Fossdalsá slapp beinleiðis víðari saman við hinum fýra luttakarunum.

Tað var dómarin Kwami Liv, sum átti avgerðina einsamøll, tí hon »átti« báðar luttakararnar, sum endaðu í farezonen.

Og avgerð hennara var, at føroyska Oliver Antonio skuldi heim og at Tina Mellegaard skuldi víðari til næsta umfar.

Tí eru nú tveir føroyingar millum teir fimm síðstu luttakararnar – ella nú eru 40 prosent av luttakarunum í X-Factor føroyingar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Martin Sylvest/Ritzau Scanpix