Nú eru 50 áseyðir eftir í Koltri

- Tá hegnið kemur, mugu vit finna eitt áseyðatal, sum passar til tað økið, sum seyðurin sleppur at ganga á, siga tey, sum varða av Koltri

- Nú er heystið og tað, sum har til hoyrir, yvirstaðið. Fjøllini eru gingin, seyður og neyt eru flett, og livandi seyður er farin av oynni.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur, og her verður lagt soleiðis aftrat:

 

- Alt hetta er bert møguligt við góðari hjálp frá góðum fólki. Ein hugnalig tíð.

 

Á vanganum hjá Koltri spyr ein lesari, hvussu nógvur seyður verður sleptur uppaftur - "... soleiðis sum vit siga her norðuri..."

 

Og her svarar Koltur soleiðis: 

 

- Áseyðatalið er minkað niður í 50. Tá hegnið kemur, mugu vit finna eitt áseyðatal, sum passar til tað økið, sum seyðurin sleppur at ganga á.

Lesarin á tráðnum spyr, hvat áseyðatalið í Koltri var fyrr - "góður hagi..." leggur lesarin aftrat.

 

Og her svarar Koltur soleiðis:

 

- Tað gamla áseyðatalið er 160, onkuntíð hevur tað verið eitt sindur hægri. Sera góður hagi og sera góður seyður.

 

Nú spyr lesarin soleiðis:

 

- Hvør fær hjallin? Havi hoyrt, at kjøtið er sera gott.

Og her kemur so seinasta viðmerkingin hjá Koltri í hesum umfari - og hon snýr seg um hjallin: 

 

- Tey, sum hjálpa og tey, sum keypa. Av tí, at áseyðatalið er minkað so nógv, er so at siga eingin søla longur, siga tey, sum varða av Koltri.

 

Viðheftu myndir eru av Facebook-vanganum, Koltur.

 

##med2##

 

##med3##