Nú eru bert fimm fólk smittað

Ein nýggjur tilburður var í gjár, men nú smittutalið komið langt niður

Fyri tveimum vikum síðani vóru næstan fimmti fólk í Føroyum smittað við koronu, og í eina tíð hava omanfyri 30 fólk verið smittað. Seinastu dagarnar er smittatalið støðugt lækkað, og nú eru bert fimm fólk smittað.

 

Í gjár var ein nýggjur smittutilburður, og hann var partur av kendari smittuketu. Samstundis eru fleiri fólk vorðin frísk. Í løtuni eru 47 fólk í sóttarhaldi. Samanlagt hava 761 fólk verið sjúk við koronu.

 

48,5 prosent av fólkinum hevur fingið eitt prik av Pfizer koppingarevni ímóti covid-19. Sløk 30 prosent hava fingið bæði prikini.