Nú eru elbilarnir komnir upp um 4 prosent

Talið av elbilum í Føroyum er nærum tvífaldað seinasta árið

 

Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni. Tann 1. februar vóru 1.111 elpersónbilar skrásettir í Føroyum. Tilamans eru 27.656 persónbilar skrásettir í Føroyum. 

Av teimum eru 15.563 vanligir bensinbilar, meðan bensin HEV eru 1.084 í tali og bensin PHEV eru 324 í tali.

Næst størsti bólkurin er diesel, sum eru 9.418 í tali. Diesel HEV eru 155 og 1 er diesel PHEV.

Um vit bólka bilarnar í bensin, diesel og el, so eru 61,36 prosent bensin, 34,62 prosent eru diesel og 4,02 prosent eru el.

##med2##