Nú eru fleiri línuskip til fiskiskap

Tey fyrstu koma inn at landa í næstu viku, og onnur koma í aðru viku.

 

Umbygdi trolbáturin, sum nú kallast Fiskivarði, landar línufisk í Havn. Útgerðarmaður er Dánjal í Skálum.

Í dag eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. 

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya koma skipini inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

- Tey trý smærru línuskipini eru eystan fyri. Tey koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tey smærru línuskipini eru Volunteer, Fiskivarði og Anru.

 

- Fimm frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt er í Barentshavinum.

 

In.fo kann leggja aftrat, at frystilínuskipið undir Íslandi er Eivind, og tað er Jógvan I, sum er í Barentshavinum.

 

- Streymurin verður góður, men veðrið verður helst eitt sindur umskiftandi í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nakað verður av útróðri, tá løturnar eru.

 

 

 

 

 

Umbygdi trolbáturin, sum nú kallast Fiskivarði, landar línufisk í Havn. Útgerðarmaður er Dánjal í Skálum.